Arbeiðið við at dagføra SCADA skipanina umborð á Smyril gongur nú sum ætla. Vit hava arbeitt fram ímóti at kunna skifta skipanina uttan at skipið varð lagt, og hetta hevur havt við sær at arbeiðið ikki hevur gingið so skjótt sum vit høvdu ynskt. Men nú eru allar royndarkoyringar um at verða lidnar, og ætlanin er at fáa skipanina lidna tá Smyril fer í dokk í február 2017.
Gamla skipanin var gjørd í Spania. Nýggja skipanin er gjørd á El-Service á Skála, við SCADA forritinum IGSS frá Schneider-Electric.