Nú er tíð at seta X í kalendarin til Atlantic Fair, sum verður hildin 9.-11. maj í Klaksvík.
Vit hava verið við frá byrjan og hava aftur í ár bás á messuni, B-128. Á básinum verða umboð frá bæði íslendska Naust Marine, ið m.a. leverar elektrisk spøl og norska Catena, ið m.a. leverar trygdarútgerð til tunnlar. Eisini hava vit ein stýripult frá norsku Scana Propulsion.
Harafturat hava vit framvísing av ymiskari útgerð, ið vit hava arbeitt við í seinastuni. Nevnast kunnu størri og smærri PLC og SCADA skipanir vit sjálvi hava ment, implementering av eldávaringarskipan, online samband við eWON, implementering av streymnýtslu (Powertag) á SCADA skipan v.m. Eisini verður møguleiki at síggja dømi frá nýggju SCADA skipanini á Smyrli, ið vit hava ment og arbeitt við seinasta árið.
Vælkomin á bás B-128.