5. januar fekk skipið Nýborg ein sjógv og kom inn á Runavík. Talan er um gomlu Gitte Henning, ið vit vóru við til at byggja á Karstensens Skibsværft í 2000.
Arbeiðið at umvæla gerst sera umfatandi. Skipið fekk nógvan sjógv inn í brúnna, sum síðan er runni niður gjøgnum øll loftini og apteringina.
Av stórari útgerð sum má skiftast út, kann nevnast:
- Øll siglingar útgerð á brúnni
- Alarmskipan
- Brannskipan
- Ljósinstallatión
Tað er Radiobúðin, El-Service og Articon, ið standa fyri meginpartinum av útskiftingini.
Arbeiðið væntast liðugt fyrst í mars.