Í dag blivðu tilboðini uppá Eystur- og Sandoyartunlar latin upp. Tað vóru bert tvey tilboð innkomin, eitt frá El-Service saman við Roxel, og eitt frá ABB.
Licitatiónin var á Hotel Føroyum.
Tilboði frá El-Service og Roxel var á 146,7 milliónir og ABB saman við Kvinnherad á 158,9 milliónir.
Tilboðini verða nú viðgjørd um tey samsvara kravsetingini v.m.